Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rundkoyringin virkar eftir ætlan

John William Joensen

Arbeiðið við rundkoyringini á posthúshorninum hevur gingið væl og nú roynt verður at skipa arbeiðið so væl sum møguligt ímeðan rundkoyringin stendur í ger, sýnist ferðslan at ganga smiðligari.

Tað er áhugavert at fylgja við gongdini í ferðsluni, nú rundkoyringin við posthúshornið er við at fáa skap.
Tey eru ikki øll so álvulig, ið koyra um posthúshornið nú ferðslan har fullkomuliga er broytt og rundkoyringin og økið uttanum er eitt arbeiðispláss. Men allíkavæl sæst, at ferðslan gongur nógv smiðligari enn fyrr.
Allan Jacobsen, byggimeistari, ið stendur fyri arbeiðinum við sjálvari rundkoyringini sigur, at hóast arbeiðissteðgin og hóast at nógvir kablar, rørleiðingar og annað skal umleggjast í samband við rundkoyringina, so gongur arbeiðið framá.
Eftir tíðarætlanini skulu vit vera liðnir í oktober. Men sjálvandi veldst tað um í hvønn mun vit fáa arbeitt fyri øðrum arbeiðum, ið skulu gerast samstundis, nevniliga umleggingar hjá SEV, Føroya Tele og øðrum.

Ferðslan broytt
Sum sæst á tekningini við yvirlitið yvir ferðsluna í miðbýnum, so vera stórar broytingar gjørdar í ferðsluni.
Frameftir fara tey, ið koma oman Uppsalagøtu ikki at koyra omanvið hjá Kál, men harafturímóti eftir Vágstúni og oman norðanfyri kirkjugarðin, so roknast kann við, at Vágstún verður munin meira trafikkerað enn higartil.
Verður hugt eftir Gerðagøtu, so verða eisini stórar umleggingar her.
Eftir vegføringini fer nú at bera til at koyra niðan Bøgøtu ímillum hjá Kál og El-In. Tá komið verður longur niðan Gerðagøtu til Heygavegin, so verður Heygavegurin stongdur fyri ferðslu suðureftir við húsini hjá Jógvani Gerðalíð, ímeðan til ber at fara eftir Heygavegi norðureftir.
Uppi við Oyravegin Kráargøtu skal eisini ein rundkoyring gerast og har verður roknað við at ferðslan eftir Gerðagøtu Oyravegi, sum skal suðureftir móti Borðoyarvík kann snarað av.

Miðbýurin
Fyri at koma aftur til rundkoyringina og økið uttanum, so er ætlanin at ferðslan eftir Biskupstøðvegnum og Gerðagøtu skal verða tarnað so mikið, at ikki ber til at koyra skjótt. Ferðsluforðingar verða settar upp við varðum og broyttum undirlendi, tó ikki við teim illa lýddu "bumparunum", sum vit síggja nógva aðrastaðni, men heldur forðingar ið gerða at væl ber til at koyra við vanligari ferð ígjøgnum býin.

Listaverk
Tá kunnað bleiv um rundkoyringina í býráðnum fyri nakað síðani, var gjørt eitt skitsuprojekt av einum listaverki, ið skuldi standa á rundkoyringini.
Norðlýsið frættir, at enn er ikki endaliga avgjørt í býráðnum um hetta listaverkið kemur at standa har ella ikki.

Tol krevst
Annars biðjur kommunan og arbeiðisfólkið við rundkoyringina fólk um at hava tol ímeðan arbeiðið fer fram.
Vit fara at royna sum best at loyva ferðsluni ígjøgnum. Men sjálvandi fer onkuntíð at vera trongligt og tí hevði verið gott um bilar, sum hava møguleika at troyta aðrar leiðir enn júst rundkoyringina í miðbýnum, hava tað í huganum tá koyrt verður.