Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norsku myndugleikarnir lagt hald á nótabátin Høgaberg

John William Joensen

Nótabáturin Høgaberg var fríggjadagin tikin av norskumyndugleikunum fyri at hava ov stóra hjáveiðu

Reiðarin hjá Høgarbergi, Anfinnur Olsen, sigur við Norðlýsið at enn hava teir ikki fingið at vita hvat teir eru skuldsettur fyri.
”Myndugleikarnir hava staði fyri landingini og av teimum 799 tonsunum, sum báturin hevði inni var 1,2 prosent Upsi.
Um vit umroknað hesi tonsini til stykkir, so var talið á fiskum umleið 5000 upsar og 2,4 milliónir sildir.
Hettar er ikki meiri enn roknast kann við, tí upsin er allastaðni. Tí fáa norsku myndugleikarnir trupuleikar við at yvirtala rættin um at vit hava gjørt nakað ólógligt.”
Reiðarin, Anfinnur Olsen, sigur at hóast vanlig mannagongd er at ein stevning eigur at koma beinanvegin, so hava teir ikki enn frætt nakað frá norsku myndugleikunum.

Harleyfacadeacryl