Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin fremur ágang móti smærru sjúkrahúsunum

John William Joensen

Jógvan við Keldu, tinglimur, hevur bæði yvir fyri flokkinum og í grein í fjølmiðlunum mótmælt í góðari tíð, at Landssjúkrahúsið fær meiri pening meðan Klaksvíkar Sjúkrahús er nullstillað, tvs. ikki fær meirjáttan, og Suðuroyarsjúkrahús fær minni á fíggjarlógini fyri 2004.

”Hesin hugburður, at Landsstýrismaðurin leggur út við at játtanin til smærri sjúkrahúsini liggur lægri á hvørjum árið og samstundis roknar við at fíggjarnevndin saman við løgtinginum fer at játta fleiri pengar er bæði ómoralskt og óverdugt.
–  Hetta er ein máti at avtakað Klaksvíkar Sjúkrahús, sum bæði hevur eina medesinska- og eina skurðdeild, umframt at ortopediskar skurðviðgerðir hava seinastu 20 árini virkað væl á allan hátt væl.”

Jógvan við Keldu sigur víðari at umframt hendan ágangin á sjúkrahúsið so er hetta ein óverdug framferð, sum avgjørt ikki tænir verðandi samgongu til sóma.