Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin setur gongd á: Lokalu lastbilaeigararnir og el-virkini arbeiða í felag

John William Joensen

Rani Nolsøe, menningarstjóri, váttar uppá fyrispurning frá Norðlýsinum, at tað verður eitt samtak av lastbilaeigarum og eitt samtak av el-virkjum í býnum, sum fara at bjóða upp á koyring og el-arbeiðið í Norðoyatunnlinum

Metingar siga, at eini 800.000 rúmmetar av gróti koma burtur úr tunnilsgerðini. Av hesum koma umleið 500.000 rúmmetrar upp Leirvíksmegin og 300.000 rúmmetrar upp á Borðoynni. Síðani verður grótið flutt í eina sokallaða millumgomslu áðrenn tað verður pláserað á ávís støð í býnum.

El-arbeiðið er mett at kosta umleið 15 millónir krónur, og tí hava el-virkir í býnum eisini valt at samstarva um at bjóða upp á arbeiði í felag.
 
Høvuðarbeiði
Tað eru trý arbeiðssamtøk sum hava fingið góðkenning at bjóða upp á arbeiðið við Norðoyatunnlinum: MTHøjgaard saman við Kruse-Smith, Pihl & søn saman við AF Spesialprojekt og NCC saman við Byggitek og J&K Petersen.

Samtøkini í norðoyggjum verða tí undirveitarar til tað av omanfyri nevndu samtøkum, sum fær arbeiðið.
 
Neyðugt við samstarvi
Rani Nolsøe, sum hevur samskipað arbeiði at gera samstarvsfeløg millum teir ymisku arbeiðstakararnar í býnum, sigur, at man hevur sæð, at neyðugt er við samstarvi.
”Lokalu arbeiðstakararnir eru ov smáir til sjálvir at bjóða upp á eitt so umfatandi arbeiði sum Norðoyatunnilin, og tí hevur  skilagóða loysnin við beinleiðis samstarvi millum ymisku virkini ligið á borðinum í longri tíð.
Vit hava arbeitt við hesum í eitt ár og í góðum samstarvi við t.d. TK stovuna og Jørgen Stryhn Rasmussen, sum vitjaði okkum í oktober í fjør, er nú komið so langt, at samstarvsavtalurnar eru løgfrøðiliga uppá pláss". 
Menningarstjórin sigur, at tað sjálvandi er trupult hjá smáum virkum við lítlari og ongari umsiting at verða við í slíkum verkætlanum, men við at samstarva kunnu allir verða við at bjóða. Arbeiðið við samtøkunum hevur gingið sera væl og verður tað spennandi at síggja, hvussu tað fer at roynast í verki, sigur Rani  Nolsøe at enda.
 

Harleywoodpaint