Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Talvsambandi Føroya: Rani leggur frá sær sum talvforseti

(
John Færø)

Eftir 4 hendingarík ár sum formaður í Talvsambandi Føroya leggur Rani Nolsøe frá sær á aðalfundinum í dag (leygardagin). Í formanstíð Rana hevur TSF staðið fyri fleiri spennandi avrikum, har vitjan talvkongsins óiva var krúnan á verkinum.

Vónandi merkir tað ikki, at hann leggur kongin, tá Rani Nolsøe í morgin, leygardagin, takkar fyri seg sum formaður í Talvsambandi Føroya (TSF).
Seinnu mongu árini hevur Rani verið ein av profilunum innan føroyska telving, og serstakliga tey seinastu 4 árini, har hann sum formaður í TSF hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá føroyskari telving.

Seta Føroyar
á heimskortið.
Umframt fyriskipan av teimum vanligu heimligu kappingunum hevur TSF í formanstíð Rana gjørt nógv við at seta føroyska telving, telvarar og ikki minst land okkara á heimskortið.
Nevnast kann tann slóðbrótandi stórmeistarakappingin í Norðurlandahúsinum og IM-kappingar, har føroyingar hava møguleikan at vinna sær IM-normar.
Minniligasta avrikið man uttan iva vera Føroyavitjanin hjá sjálvum talvkonginum, Gary Kasparov, tá ein ungur føroyskur telvari, Hans Kristian Simonsen, eftir einum degi gjørdist kendur um alt landið og longur enn tað, tí hann basti Kasparov í einum av simultan-dystunum.
Á heimliga frontinum hevur barna- og ungdómstelvingin seinastu tíðina fingið nýtt og betri flog við sera stórum luttakaratali.

www.faroechess.com
Fram um flestu onnur ítróttasambond hevur TSF eisini eina virkna og væl virkandi heimasíðu, sum er ein hent hjálp, bæði hjá telvarunum sjálvum og hjá øðrum áhugaðum. Heimasíðan eitur: www.faroechess.com.
Á heimasíðuni verður eisini boðað frá, at Martin Berg heldur ikki stillar uppaftur sum nevndarlimur í TSF. John Jacobsen stendur eisini fyri vali hesa ferð.
Hinir í nevndini eru Jógvan Joensen og Sámal Christiansen.
Aðalfundur TSF verður á Hotel Hafnia leygardagin 27. september kl. 14.00, og TSF heitir á feløg og áhugað um at møta fjølment.

Umhugsa eitt nýtt
ÍSF fyri hugaítrótt.
At enda í tíðindaskrivinum frá Talvasmbandinum verður boðað frá einum forvitnisligum máli á skránni fyri aðalfundin, sum annars er sambært lógini.
TSF fer nevniliga leygardagin at viðgera ein nýggjan felagsskap, sum verður nevndur “Hugaítrótt Føroya”. Hesin felagsskapur verður eitt slag av ÍSF fyri ítróttargreinir, sum hava heilasellurnar sum besta aktiv í ítrótti teirra.