Karl Olgar Joensen, skipari á Jógvan S sigur, at kappróðrarbáturin Norðingur varð eisini bjargaður saman við manningini.
Vit skulu fyrst rætta, at skipari á Jógvani S er Karl Olgar Joensen og stýrimaður er Hans Andrias, sum vit fyrr hava nevnt sum skipara.
Karl Olgar sigur at í løtuni svevur manningin á Norðingi umborð á Jógvani S. Tað gekk sera væl hjá okkum at fáa menninar av Norðingi og harafturat fingu vit eisini Norðing upp í gálgan, soleiðis at ístaðin fyri at sleipa, hava vit Norðing hangandi í einum krána.
Tá vit spurdu Karl Olgar um at koma á tal við Fróða Waag, sum er formaður á Norðingi, segði hann okkum, at menninir á Norðoyingi riggaðu seg til fótbóltsdystin í Klaksvík ídag ímillum KÍ og NSÍ, so teir vóru allir í koyggjuni og fingu sær hvíld.
Tá manningin á Norðingi var komin umborð á Jógvan S, varð tosað um at halda leiðina fram til Hetlands, men teir á Norðingi hildu "bátsráð" og valdu heldur at sigla aftur til Klaksvíkar. Helst boðar hetta frá, at teir ætla at gera eina roynd seinni.




