Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pinkurnar vunnu gull

John William Joensen

Yngsta gentuliðið hjá KÍ var drúgvast, tá ið harðast leikaði á, og tær vunnu tí føroyameistaraheitið farna vikuskiftið

KÍ hevur seinastu árini vunnið fá føroyameistaraheiti í yngru deildunum, men okkurt er hóast alt at fegnast um.
Í ár hava pinkurnar hjá KÍ roynst sera væl, og seinastu tvær vikurnar hava tær verið við í tveimum finaluumførum um at gerast føroyameistari í yngstu gentudeildini.
Og tað vísti seg, at KÍ pinkurnar vóru sterkast, tá ið tað veruliga ráddi um at vinna.
Í innleiðandi umførunum komu pinkurnar sannførandi víðari, og eisini í hálvfinalunum vóru tær nógv bestar í sínum bólki.
Í finaluni bíðaði hørð kapping frá Skála, sum hevur vunnið pinkudeildina tvey ár á rað, HB og AB.

Vunnu fyrra umfarið
Fyrra finaluumfarið var í Havn, har KÍ vann tveir dystir og spældi ein javnan.
Í dystinum ímóti HB, sum var mett sum harðasti kappingarneytin, vann KÍ 1-0 við máli, sum Eyðvør Klakstein gjørdi. Dystin ímóti AB vann KÍ somuleiðis 1-0, og tá var tað Guðrið Eystberg, sum skoraði. Seinasti dysturin, sum var ímóti Skála, endaði málleysur.
KÍ legði seg tí á odda í bólkinum við 5 stigum, HB fekk 4, Skála 3 og AB einki.

Leikaði hart á
Í seinna finaluumfarinum, sum var á Skála farna vikuskiftið, skuldi KÍ longu í fyrsta dystinum spæla ímóti HB, og her gekk ikki so væl hjá KÍ, tí tær taptu fyri fyrstu ferð í ár. Dysturin endaði 1-0 til HB, hóast KÍ hevði nógv spæl og kjansir.
Í næsta dystinum, sum var ímóti Skála, stóð heldur einki til, tí Skála var á odda 1-0 í hálvleikinum. Sum støðan var tá, var líkt til, at KÍ skuldi lata seg noyða við bronsuna. Men tær góvu ikki upp. Seint í dystinum fingu tær tvey mál, sum Lena Viðbjørg skoraði, og so vunnu tær 2-1.
Seinasti dysturin var ímóti AB, og her fekk KÍ einasta málið í dystinum, og tað var Maria Andreassen, sum skoraði tað. Tá HB samstundis spældi javnt ímóti Skála, endaði tað við, at KÍ og HB komu at standa javnt í stigum, men KÍ hevði betri málmun, og so gjørdust tær føroyameitarar.

Drúgvast
Tað var merkisvert fyri finaluumførini, at KÍ pinkurnar ongantíð góvu upp. Flestu dystirnir vóru tættir, hóast KÍ hvørja ferð hevði leikliga yvirvág, og tað skuldi nakað eyka til at vinna. Hetta eyka høvdu KÍ-genturnar, sum í øllum dystunum skoraðu mál ímóti endanum.
Avgerandi málið, sum tryggjaði KÍ gullið, var eisini skotið í seinasta minutti av seinasta dystinum.
Slíkt er hvørki hepni ella tilvild.
Tað er ikki av ongum, at eitt lið altíð skorar ímóti endanum av einum dysti. Tað er tekin um dygdir, sum hava sera stóran týdning í fótbólti. Treiskni, áhaldni og avgerandi førleikin, tá ið alt kemur til alt.
Soleiðis skal tað gerast!
Norðlýsið ynskir pinkunum hjá KÍ tillukku við føroyameistaraheitinum.

Harleywoodpaint