Umboð fyri Klaksvík og Vágar hava á fundi á Hotel Vágum í dag millum annað avtalað at kanna brúkaragjøldini í Vágatunnlinum, og umboð fyri báðar partar fara í næstum at biðja um fund við P/f Vágatunnilin og P/f Norðoyatunnilin um málið.
Nú skjótt eitt ár er síðan, at undirsjóvartunnilin varð liðugtgjørdur um Vestmannasund, og fasta vegasambandið um Leirvíksfjørð av álvara nærkast, hava hesi bæði lokaløkini nátúrliga nøkur felags viðurskifti og áhugamál at samskifta og møguliga eisini samstarva um.
Á fundi á Hotel Vágum í dag hittust tveir bólkar úr Vágum og Norðoyggjum at tosa um felags áhugamál í sambandi við undirsjóvartunnlarnar.
Talan er um tann sonevnda Vágabólkin, ið er mannaður av umboðum fyri kommunurnar, vinnuna, løgtingslimir og pendlarar í Vágum.
Klaksvík er her umboðað av einum stýrisbólki, sum arbeiðir við at fyrireika Norðoyggjar til at taka ímóti fasta vegasambandinum. Umframt borgarstjóran í Klaksvík, sum er formaður, er hesin settur saman av umboðum fyri vinnuna, skúlaøkið, heilsuøkið og fíggjarøkið í Norðoyggjum.
Vágabólkurin, sum sá dagsins ljós, tá P/f Vágatunnlin legði fyrstu brúkaraprísirnar fram, hevur arbeitt við hesum máli í eina tíð, og tað var í tí sambandi at bólkarnir møttust til fundar at tosa um møguligt samstarv.
Partarnir samdust um í felag at kanna nýtslugjøldini í sambandi við Vágatunnilin og at arbeiða við einum útspæli um, hvussu hesi best verða skipaði. Her er Vágabólkurin nátúrliga komin longur enn Stýrisbólkurin í Norðoyggjum, tí Vágar longu eru brúkarar av tunnlinum, men partarnir eru samdir um, at royndirnar hjá Vágum eiga at koma Norðoyggjum tilgóðar, tá Norðoyatunnilin verður tikin í nýtslu.
Avtalað er at biðja P/f Vágatunnilin og P/f Norðoyatunnilin um fund í næstum, har tvey umboð fyri hvørt lokaløki fara at leggja fram tøl og grundgevingar fyri einum prísbýti, har tey, ið brúka tunnilin mest, fáa ein betri prís, enn galdandi er í dag.
Í hesum sambandi hevur Vágabólkurin tann 23. september biðið um ymiskar upplýsingar frá P/f Vágatunnlinum, sum bólkurin vónar at fáa svar uppá ein av komandi døgunum.
Tá hesir upplýsingar fyriliggja, fara partarnir at arbeiða við einum útspæli til nevndina fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.




