Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Billardfelag: Haldor Holm Cup 2003

John William Joensen

Vikuskifti 17. og 18. oktober skipar Klaksvíkar Billardfelag fyri árligu Haldor Holm Cup 2003 í Klaksvík.

Við í kappingini eru 6 av teimum bestu leikarunum roknað eftir miðaltali frá undanfarna kappingarári. Kappingin er skipað soleiðis, at allir leikarar spæla eitt spæl ímótu hvørjum øðrum í 20 umførum. Tað serliga við hesi kapping er tað, at tað eru eyguni og ikki stigini sum telja. Tá ið allir dystir eru leiktir verða eyguni løgd saman og tann, sum hevur vunnið sær flest eygu, vinnur.
Hesir leikarir vera við í ár: Kristian Suni Høgnesen, Ólavur Kjølbro, Sonhard Johannesen, Jens Kjartan Feilberg, Bjarni Skaalum og Max Rasmussen.
Ilt at siga, hvør er favorittur, tí allir 6 eru góðir leikarar og vilja vinna. Kristian Suni Høgnesen og Ólavur Kjølbro hava vunnið kappingina í ávíkavist 2001 og 2002 og teljast teir millum favorittarnar. Nevnast kann eisini, at bæði Max Rasmussen og Sonhard Johannesen hava vunnið FM fyri einstaklingar, uttan at teir enn hava vunnið Haldor Holm Cup, so teir teljast eisini millum favoritttarnar. Bjarni Skaalum og Jens Kjartan Feilberg hava ikki vunnið nakran tittul enn, so kanska júst av hesi orsøk kundi tað verðið annar av teimum, sum fer at gera seg galdandi, tá ið kappingin fer av bakkastokki seinnapart fríggjadag 17. oktober.
Klaksvíkar Billardfelag hevur fyrireikað seg væl til veturin. Nýggjur dúkur er lagdur á borið. Eisini er klokka keypt, sum vísir støðuna og miðaltøl. Felagið hevur teknað 2 lið til hetta kappingarár, men um størri áhugi er fyri at leika billard, kunnu áhugað endiliga venda sær til annaðhvørt Allan Larsen, form. tel: 264144 ella Ólav Kjølbro, kassam. tel: 220800.