Mikudagin byrjar eitt nýtt kapittul í fótbóltssøguni hjá norðoyingum. Tá byrjar nevniliga skipað fótbóltsvenjing norðuri á Viðareiði.
Fyri góðum mánaði síðani, vóru nøkur av fremstu fólkunum innan KÍ, á Viðareiði og fundaðust. Hetta sama vikuskiftið, vóru fleiri fólk sett til ymiskar uppgávur, ið tey mettu seg kunna fáa gjørt. Eitt av málunum ið kom upp at venda, og sum títt og ofta hevur verið tosað um, er venjingin norðan fyri tunnlarnar.
Fyrireikingarnar fóru ígongd, og nú í vikuni verður so lagt til brots. Venjing er fyrst og fremst ætlað dreingjum í aldrinum frá 7-14 ár, og er tað Finn Johannessen, ið hevur høvuðsábyrgd av hesum átakinum. Átakið hevur fingið navnið: FÁB-venjing, ið merkir "fótbóltur á bygd".
Í tíðindaskrivi sigur Finn, at Viðareiðis kommuna, saman við sp/f Kenysi, hava verið sera beinasom, og tí kann farast undir hetta átak. Tað skulu jú bóltar, vestar, keylir o.a. til slíka venjing. Tó mangla vit nakað av útgerð enn, so um tað er onkur, ið vil stuðla, so kunnu áhugaði seta seg í samband við Finn.
So hóast heystfjøllini nú verða gingin, so byrjar venjingin á Viðareiði nú mikudagin 15. oktobur kl. 16.45 á vøllinum. Og um ikki viðrar, so verður farið í høllina.
So dreingir í aldrinum 7-14 ár, møtið fjølmentir mikudagin kl. 16.45, siga FÁB-venjararnir at enda í tíðindaskrivinum.




