Seinasta vikuskiftið í januar 2004 kemur Peter Qvortrup Geisling til Føroya á vitjan. Tað er felagið IRIS, ið hevur gjørt avtalu við vælumtókta sjónvarpslæknan, um at koma til Føroyar at vitja.
Undirhaldandi fyrilestrar verða bæði í Havn og í Norðuroyggjum, har Peter greiðir frá, hví sendingin Lægens bord er skrúva saman sum hon er, og hvat ein kann loyva sær at vísa á sjónvarpsskíggjanum, tá fleiri enn 750.000 fólk seta seg at hyggja eftir sending hansara hvørja viku.
Eisini hevur Peter nøkur at teimum bestu brøðum, ið hann hevur fingið frá hyggjarum, við í sínum fyrilestrum, ið hann fer at undirhalda við seinasta viku í januar komandi ár. Nærri verður at frætta frá IRIS seinni í ár.
IRIS
Postboks 240
FO-700 Klaksvík




