12. desember verður Norðlýsið sent í hvørt hús í Norðoyggjum, Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu.
Fyri at geva lýsarum okkara góðan møguleika at koma út til viðskiftafólk upp undir jólasøluna, hevur Norðlýsið gjørt av, at stóra JÓLABLAÐIÐ kemur út sum nevnt 12. desember.
Vit eiga at brynja okkum til undirsjóvartunnilin og tey rák, ið fara at standast av honum. Tí fara vit eisini at royna ein part av Eysturoynni, nevniliga Fuglafjørð, Lorvík og Gøtu, har vit eisini koma í hvørt hús.
Skal átakið eydnast væl, er umráðandi at so nógvir lýsarar sum gjørligt taka undir, so vit rættuliga vísa andlit úteftir.
Um evstamark: Evstamark fyri at fáa lýsingar við í blaðið er sett til týsdagin 9. desember. Men tað er umráðandi, um vit skulu gera nakað serligt burturúr lýsingini, eitt nú taka myndir og gera arbeiðskrevjandi
lay-out, at lýsingin er okkum í hendi í so góðari tíð sum gjørligt.
Sum kunnugt hevur Norðlýsið eisini eina vælumtókta og nógv vitjaða heimasíðu, har eisini ber væl til at fáa lýsingar í til jóla.
Óneyðugt er kanska at siga, at tá talan er um internetið, so hevur internetið serstakliga stóran tokka ímillum ungdómar.
Lýsingaprísir: Í samband við JólaNorðlýsið hava vit ymisk lýsingatilboð.
Kunning um hesi tilboð fáast við at ringja til okkara á telefon 456285 ella senda okkum ein teldupost nordpres@post.olivant.fo
Norðlýsið
Oliver Joensen, blaðstjóri




