Løgreglan í Klakvík leggur nú eftir parkeringsyndarum. Í tíðindaskrivi frá løgregluni stendur, at politiið í Klaksvík hugdi fríggjadagin hin 31. oktober um kl. 14-15 tíðina eftir parkeringum á Klaksvíksvegi og á Nolsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.
Serliga varð hugt eftir vinstra parkeringum, og tað løtuna politiið varð á staðnum, blivu 15 parkeringsgjøld løgt undir viskararnar á bilum hjá fólki, ið høvdu steðga bilin í skeivari síðu á vegnum. Nakrar átalur blivu eisini givnar.
Tíðindaskrivi er undirskrivað av Tommy Brockie politiassistentur á politistøðini í Klaksvík.




