Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besti leikarin

John William Joensen

Tað var ikki hissini, sum røringur kom í fótbóltsheimin, nú Norðlýsið skrivaði um stóru skandaluna í samband við atkvøðugreiðsluna um besta fótbóltsleikaran seinastu 50 árini.

Síðani er komið fram, at atkvøðugreiðslan hevur verið sera illa fyrireikað og tí hevur luttøkan í atkvøðugreiðsluni verið púra burturvið.
Í kjakinum á heimasíðuni hjá Norðlýsinum kunnu øll fylgja við og lesa um tey hava hug. Samanumtikið gevur meginparturin av kjakluttakarunum okkum rætt í tilvildarligu atkvøðugreiðsluni.
Men samstundis slepst ikki undan ósakligheit í slíkum kjaki. Tá luttakarar í kjakinum leggja okkum undir at niðurgera Abraham Løkin, so skal vera harðliga mótmælt hesum, tí tað var júst orsøkin til at vit hildu at hetta var eitt keðiligt mál at skriva um.
Abraham hevur okkara størstu virðing og hevur sum so yvirhøvur onki við atkvøðugreiðsluna at gera tað er ótilgeviligt, at hansara navn skal blíva partur av einum so klossugtum tiltaki sum FSF stendur fyri.
Sumt, sum er í kjakinum fer út um øll mørk fyri sakligheit, t.d. verður Todi samanborðin við stoffmisnýtarar og alkoholikarar á fótbóltsøkinum, hetta fyri at rættvísgera at hann ikki skal vera egnaður til heitið sum besti leikarin.
Samanumtikið meta vit, at vit við skriving okkara hava rakt seymin so beint á høvdið.
Tað stendur eftir at ongin føroyingur nakrantíð er komin so langt í fótbóltshøpi sum Todi og skuldu vit velja "Besta leikara seinastu 50 árini", so má tað vælsagtans vera avrikini á vøllinum sum telja og ikki um tú ert í krithúsinum hjá FSF ella ikki.