Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways sum lágprís flogfelag

Oliver Joensen

Atltlantic Airways bjóðar ímorgin fríggjadagin kl. 11.00 til tíðindafund á skrivstovuni hjá lýsingarfelag í Havn í sambandi við at felagið nú gerst lágprís flogfelag á rutuni til Íslands.

Onki verður sagt í innbjóðingini til tíðindafund, men óivað frætta tit meria um prísir og annað frá høvuðsstaðarpressuni í morgin. Orsakað av fjarstøðu  og seinari fráboðan, fær Norðlýsið ikki verið við. Men okkara partur skal ikki liggja eftir tá ið um kunung ræður. Atlantic Airways sigur, at tilboðini, sum verða kunngjørd ímorgin koma í gildi leygardagin 8. november.