Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann tepurt 24-23 á Neistanum

Oliver Joensen

Tað var ein rættuligur "gysari" av einum hondbóltsdysti, sum áskoðararnir vóru vitni til í kvøld tá Stjørnan og Neistin brustu saman.

1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum stríddust um sigurin í kvøld og tað var Stjørnan sum dróg longra stráið.
Tað var annars Neistin, ið fekk tað fyrsta málið, men síðani kom Stjørnan framum heili 6-1, men eftir hetta togaði Neistin seg javnt og samt inn á Stjørnuna í fyrra hálvleiki og komu upp á javnt, men tó endaði fyrri hálvleikur við einum 14-13 sigri til Stjørnuna.
Varð fyrri hálvleikur spennandi, so uppaftur størri spenningur í seinna hálvleiki, tí hóast Stjørnan megnaði at draga frá Neistanum viðhvørt, so kom Neistin alla tíðina sterkt aftur og eisini framum eitt skifti. Men í seinna partinum av seinna hálvleiki fór Stjørnan trý mál framum og so byrjaði Neistin aftur at hála inn, men tær gjørdust ov stuttar. Í seinasta minuttinum vóru bert fýra útileikarar á Stjørnuliðnum, tí tær høvdu tvær útvístar, men alíkavæl eydnaðist tað at berja sigurin heim.
Tillukku Stjørnan, eitt rimmar avrik.