Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir vælnøgdir borgarstjórar

Oliver Joensen

Í Skálanum ídag, tá sáttmálarnir viðvíkjandi Norðoyatunnlinum vórðu undirskrivaðir, vórðu eisini tveir vælnøgdir borgarstjórar og lurtaðu eftir.
Tosið um samstarv tvørtur um Lorvíksfjørð er longu byrjað.

Teir báðir borgarstjórarnir, Steinbjørn O. Jacobsen úr Klaksvík og Sjúrður Eliassen úr Lorvík vóru eisini ímillum teirra, sum sóu sáttmálarnar um Norðoyatunnilin verða undirskrivaðir í Skálanum í Klaksvík ídag.
Sigast kann, at Klaksvík og Lorvík eru longu farnar undir at tosað um samstarv. Steinbjørn O. Jacobsen sigur við Norðlýsið, at longu nú verður tosað um eina hitaleiðing av brennistøðini hjá IRF til Klaksvíkar og eina vatnleiðing úr Klaksvík til Lorvíkar.
Harafturat verður tosað saman kommunurnar ímillum um grótið frá Norðoyatunnlinum. Byrjað verður at bora Lorvíksmegin fyrst. Klaksvík hevur áhuga í at fáa ífyllugrót hagani so skjótt sum gjørligt og tí verður tosað um at afturfyri kann Lorvík fáa dekkgrót úr Grótbrotinum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Afturat hesum eru ymisk onnur mál, sum tosað hevur verið um, at samstarva um tvørtur um Lorvíksfjørð, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.