Seyðasýningin í Klaksvík er av. Andras Joensen, sigur við Norðlýsið, at sum heild kann sigast, at brundirnir nú eru rættuliga nógv betur fyri enn áður.
Tað var Depils hagi fyri Norðan, sum átti vakrasta brundin og maðurin, ið átti brundin er Hans J. Kallsberg.
2. plássið fór Strandahagi avstað við, tað var Heini Ósá, ið átti tann brundin og triðja plássið fór Nortoftir avstað við og tað var Palli Jacobsen, ið átti hann.
Tá ið talan er um hagapartar, so fingu tríggir hagapartar 20 stig hvør og gjørdust teir tíð síðustillaðir nr. 1. Hagapartarnir vóru: Hellisdalur v/Karl Hera Joensen, Kvígingadalur v/Andras Joensen og Myrkjanoyra hagi við Archibald Black.
Andras Joensen sigur, at brundirnir hesaferð vórðu rættuliga betur fyri enn tá seyðasýning var fyri tveimum árum síðani og heeldur hann at hetta ber boð um, at menn nú vanda sær meira um seyðin, sum teir sleppa upp.
Leygarkvøldið var samkoma í Skálanum har menn hugnaðu sær og fingu premiur handaðar.




