Um alt gongst sum ætlað, verður Desembermánaði í ár nakað heilt serstakt í Norðoyggjum.
Tað hevur verið vanligt við ymiskum átøkum í jólamánanum í Klaksvík. Eitt nú hava handlar skipa fyri ymiskum tiltøkum at draga viðskiftafólk til sín og eitt av teim stóru tiltøkunum hevur verið Jólaskipið, sum seinnu árini hevur verið krúnan á verkinum tætt uppundir jólini.
Men um tað gongst sum menninir aftanfyri IRIS og ætla, so verður desember mánaði í ár nakað heilt serligt og kunnu vit kanska siga, at hetta desember í ár verður ein "venjingarlega" til stóru broytingarnar, sum undirsjóvartunnilin fer at hava við sær fyri samfelag okkara.
Hugskotið má sigast at vera gott hjá monnunum aftanfyri IRIS um at standa saman um jólatiltøkini. Handlar skulu sjálvandi kappast um viðskiftafólk, men tann einasta kappingin sum her ber uppi er at hava betri prísir og betri tænastu. Hini tiltøkini, um at draga fleiri fólk til býin og í býin eru so uppløgd samstarvstiltøk hjá handlum av tí heilt einføldu orsøk, at saman megna vit nógv meira enn hvør í sínum lagi.
Sum skilst, so er ætlanin at hava eina rættuliga fjølbroytta skrá fyri allan desember og longu aftaná startskotið, sum helst verður sølustevnan hjá KÍ í Ítróttarhøllini, verður ein skrá fyri allan jólamánaðan løgd út á internet Norðlýsið, so handlar og viðskiftafólk neyvt kunnu fylgja við nær og hvar nakað hendir.
Sum sagt í byrjanini so er ætlanin at tiltakið í ár skal vera "venjingarlega" frammanundan Norðoyatunnlinum.
Endamálið má vera, at tá Norðoyatunnilin er veruleiki, so er Klaksvíkin jólabýurin í Føroyum.




