Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski Skúlin í Klaksvík vann kappingina XPLORE 2003

John William Joensen

Kappingin er ein sokallað "simulatión" har bólkar umboðandi ymiskar skúlar í Norðanlondum skulu leita eftir olju kring eitt oyggjaland.

Innleiðandi kappingin var manadagin til mikudagin har 99 lið úr Íslandi, Føroyum, Skotlandi, Norra og Danmark luttóku.
Finalan í kappingini var í dag, og í finaluni vóru 24 lið, har ímillum 3 lið úr Klaksvík.
Kl. 14:40 í dag gjørdist greitt at Tekniski Skúlin í Klaksvík gjørdist vinnari.
Í vinnandi bólkinum vóru: Poul Ingi Olsen, Markus H. Sørensen og Marner H. Sørensen..
Umframt at verða heiðraður sum vinnarar av XPLORE 2003, fáa limirnir í vinnandi bólkinum 15.000 krónur og eina ferð til Aberdeen.
Fyriskipari fyri kappingin er fyritøkan TØKNI við Ólavur Ellefsen.