Skúlaskipið Dragin varð tikið í nýtslu í summar eftir eina langa og stóra umbygging til segl- og skúlaskip.
Siglt varð við skúlanæmingum eins og útferðir vóru gjørdar við ferðafólki, firma-leigutúrar, fiskitúrar og eisini var ein uttanlandatúrur gjørdur til Hetlands.
Nú er ein heimasíða løgd út á alnótina, so skúlar, feløg og stovnar ella einstaklingar hava møguleika at bíleggja Dragan til komandi summar.
Á heimasíðuni ber eisini til at lesa søguna um Dragan, síggja myndir og lesa ymist áhugavert.
Heimasíðuadressan hjá Draganum er: www.dragin.fo
Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, ið stuðlar heimasíðuni hetta fyrsta árið, hon liggur úti á netinum.




