Í kvøld (hóskvøldið) um 9-10 tíðina kemur Næraberg aftur av rekordtúri. Teir hava góð 1200
Túrurin hjá Nærabergi hesaferð hevur roynst væl tá talan er um framleiðslu. Tá Næraberg í kvøld kemur á Klaksvík, hevur hann verið 30 dagar til fiskiskap, í lastini hevur skipið 940 tons av surimi og um 270 tons av mjøli ella góð 1200 tons tilsamans.
Næraberg skal leggja veiðuna upp á NFCS í Klaksvík. Men steðgurin heima verður ikki langur. Longu fríggjadagin er ætlanin at Næraberg skal aftur til fiskiskap.




