KÍ-málverjin, Karstin Joensen, váttar fyri Norðlýsinum at hann hevur fingið eitt áhugavert tilboð frá ÍF
Í hesum døgum arbeiða feløgini hart við at brynja seg til komandi fótbóltsár.
Hettar er eisini tíðin at søgur ganga aftur og fram um leikarar sum skula verða á veg til og úr feløgum.
Ein av profilunum hjá KÍ í fjør, málverjin Karstin Joensen, váttar fyri Norðlýsinum at hann hevur fingið eitt tilboð frá ÍF.
– Sjálvur havi eg ongar ætlanir um at fara frá KÍ, tí sjálvur síggi eg tað sum eina stóra avbjóðing at verða málverji hjá KÍ.
– Men eg havi fingið eitt sera áhugavert tilboð úr fuglafirði, og hetta havi eg so eisini boða leiðsluni í KÍ frá.
– Eg havi avtalað fundir við KÍ og ÍF um vikuskiftið, og ikki fyrr enn hesir fundir hava verið fari eg at taka eina avgerð, sigur KÍ málverjin.




