Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúni Elttør skal leika í ÍF

John William Joensen

Í fjør var hann ein av stammu-leikarunum hjá B36, men í ár varð ikki pláss fyri honum í høvðusstaðarfelagnum.

– Tá eg tosaði við formannin í B36 skilti eg at teir ikki vóru áhugaðir í at eg helt fram í felagnum.
– Eg fekk eitt tilboð um sáttmála, men tað var munandi minni enn tað sum eg hevði frammanundan.
– Tá eg var ein av føstu monnunum í verjuni hjá B36 í fjør hevði eg vantað at teir høvdu áhugað í at leingja samstarvið, og tí má eg viðganga at eg gjørdist sera skuffaður.





Til ÍF
Síðani kappingin endaði í fjør hava onnur feløg sýnt áhugað í Rúna, og tá hann so fekk eitt tilboð úr Fuglafirði, avgjørdi hann at taka av.
– Eg bleiv kontaktaður av ÍF og eg helt at tað, sum teir høvdu at bera fram, ljóðaði áhugavert.
– Teir hava sett sær sum mál at verða verðandi í 1. deild og samstundis hava teir skaffað einar fimm 1.deildarleikarar til felagið.





Treivst væl í B36
Rúni Elttør hevur bert gott at bera høvuðsstarfelagnum, og viðhaldsfólkunum hjá B36.
– Millum okkum leikarar hevur verið eitt framúr gott samanhald og tí stórtreivst eg í B36.
– Eisini má eg rósa leiðsluni í felagnum fyri at hava eitt sera vælkoyrandi og professionelt felag, sum virkar einastandandi væl.
– Rammurnar kring felagi eru sera góðar og tí er tað við sorgblídni at eg nú má siga forvæl til felagið og viðhaldsfólkið.
– Sum sagt, so merkti eg at leiðslan ikki longur var áhugað í mær. Eg veit ikki hvør orðsøkin kann verða til hetta, men kanska hava teir fingið fatur á betri leikarum og tí er ikki longur pláss fyri mær.
Rúni Elttør er í læru á Tórshavnar Skipasmiðju, og hevur framvegis 10 mánaðar eftir av lærutíðini. Hann fer framvegis at búgva og arbeiða í høvuðsstaðnum.