Síðani beint undan Norðoyastevnu hevur línuskipið Jákup B ligið á Klaksvík, har skipið er vorðið umbygt og annars hevur fingið ymiskar umvælingar gjørdar.
Sunnudagin var Jákup B ein stuttan royndartúr við innbodnum gestum, og eftir ætlan skal skipið aftur til fiskiskap í morgin týsdagin.
Tað er Grímur Lassen, sum eigur Jákup B. Grímur sigur, at tað hevur gingið sera væl við umfatandi umbyggingini av skipinum. Gamla brúgvin varð tikin av og eisini hæddin undir yvirdekkinum er umbygd, har nýggj galla og messa eru gjørd í nýggjasta sniði. Síðani varð ein hædd sett omaná yvirdekkið, har kømur vóru gjørd til skipara og stýrimann og síðani varð nýggj brúgv sett omaná.
Nýggja brúgvin er munin størri enn tann gamla og skipið er útgjørt við øllum tí nýggjasta innan nautisk tól, fiskitól og annað.
Eisini arbeiðisdekkið er umbygt og gjørt arbeiðsligari.
Grímur Lassen sigur at enda, at alt arbeiðið, sum gjørt er umborð á Jákup B er gjørt av lokalum handverkarum og at arbeiðið er sera væl úr hondum greitt.




