Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi Dragaberg Føroyameistari

John William Joensen

Leygardagin skipaði Talvsamband Føroya fyri fyri FM-finalu í talvi fyri børn og ung í Argja skúla.


Kappingin var skipað í 5 bólkum:
A – bólkur:
Telvarar føddir 1984-86
B – bólkur:
Telvarar føddir 1987-88
C – bólkur:
Telvarar føddir 1989-90
D – bólkur:
Telvarar føddir 1991-92 og
E – bólkur:
Telvarar føddir 1993 og seinni.
 
Í finaluni luttóku 8 í hvørjum aldursbólki og allir telvaðu í móti hvørjum øðrum – t.v.s. 7 umfør. Umhugsunartíðin var ½ tími í part til hvør talvið. Úttøkukappingar til finaluna hava verið í november mánað í Gøtu og Tórshavn. 8 telvarar í hvørjum bólki, sum samanlagt høvdu klárað seg best í hesum báðum kappingum, kvalifiseraðu seg til finaluna.
 
Víðari til NM
Vinnarin sleppur umframt at gerast Føroyameistari at lutta í Norðurlandameistaraskapinum
í skúlatelving, sum í ár verður í Karlstad í Svøríki í februar mánað. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum – luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina.
 
Føroyameistarar
A – bólkur: Telvarar føddir 1984-86.
Vinnari gjørdist Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag.
B – bólkur: Telvarar føddir 1987-88.
Atlantic Airways føroyameistari 2003 gjørdist Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag.
 
Rógvi Dragaberg Føroyameistari
C – bólkur: Telvarar føddir 1989-90.
Her gjørdist Atlantic Airways føroyameistarin 2003, Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag. Undan finaluni var væntandi at kappingin um meistaraheitið fór at vera ímillum Helga D. Ziska, sum vann undankappingar rættiliga sannførandi og Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag sum var á greiðum øðrum plássi í undankappingunum. Í finaluni dróg Rógvi Dragaberg longra stráðið og vann meistaraheitið meðan Helgi endaði á øðrum plássi. Á 3 plássinum endaði Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag – einasta gentan í finaluni. Herborg Hansen úr KTF gjørdist nr. 3 og Berint Kalsø eisini úr KTF gjørdist nr. 5.
 




Bólkur C (árg. 89 – 90)

 


Stig


1

Rógvi Dragaberg (KTF)

6,5


2

Ziska, Helgi D. Ziska (HT)

6


3

Herborg Hansen (KTF)

4,5


4

Andras Mikkelsen (GT)

4


5

Berint Kalsø (KTF)

3


6-7

Christoffur Dam (KT)

1,5


6-7

Andreas Nielsen (ST)

1,5


8

Reidar Egilsnes (VT)

1

 
D – bólkur: Telvarar føddir 1991-92
Atlantic Airways føroyameistari 2003 í D-bólkinum gjørdist Rógvi E. Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag.
E – bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni.
Atlantic Airways Føroyameistari 2003, sum umboðar yngstu telvararnar, gjørdist Olaf R. Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag.
 
Luttakarar til NM kappingini í Svøríki í februar mánað 2004:

Úr Havnar Telvingarfelag:
Martin Poulsen, føroyameistari
Olaf Berg
Rógvi Mortensen
Helgi Dam Ziska
Hjalti Toftum Jógvansson
Olaf R. Samuelsen
 
Úr Sandavágs Talvfelag:
Jón Gregersen
Rógvi E. Nielsen
 
Úr Klaksvíkar Talvfelag:
Rógvi Dragaberg
 
Úr Vestmanna Talvfelag:
Rúni Vørmadal