Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann stórsigur á StÍF

Oliver Joensen

1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og StÍF í hondbólti hittust í KÍ-høllini í kvøld og gjørdi Stjørnan beinanvegin greitt hvat lið var tað betra. Stjørnan vann við 34 málum ímóti 19.

Tá dysturin skuldi byrja í kvøld kl. 19, vóru dómararnir ikki komnir til Klaksvíkar. Teir komu fyrst við Ternuni kl. 19.15 og tí var klokkan um 19.30 tá dysturin byrjaði. Stjørnan kom framum við fýra málum áðrenn StÍF í 5. minutti fekk sítt fyrsta mál. Hálvleiksstøðan gjørdist 16-8 og í seinna hálvleiki dróg Stjørnan alsamt frá StÍF. Endaliga úrslitið gjørdist 34-19 og er Stjørnan við hesum sigrinum aftur á ovastu rók.

Harleywoodpaint