Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj fløga við Betesdakórinum

John William Joensen

Í komandi viku kemur ein nýggj fløga við Betesdakórinum á marknaðin og er hetta fyrsta útgávan við kórinum síðani EP-plátan kom í 1966.

Á fløguni, sum Betesdakórið nú kemur á fløgumarknaðin við, eru 21 sagnir. Hetta eru nýggjar upptøkur og upptøkur, sum eru gjørdar fyri 4 árum síðani.
Umframt kórsangin eru eisini tveir sangir, har kórið syngur saman við samkomini í Betesda í felagssangi. Eisini er onkur solo og trio sangur.
Við í úrvalinum av tí kórið vanliga syngur eru bæði sangir "a capella" og sangir við undirspæli av ymiskum ljóðførum.
Betesdakórið varð sett á stovn í 1926 og er tískil elsta virkandi kór í landinum. Ídag eru 65 sangarar við í kórinum og syngur kórið hvørt sunnukvøld á møtunum í samkomuni.
Fløgan fæst til keyps í handlunum miðskeiðis í komandi viku.