Andreas Justesen skrivar um nýggja yrkingarsavnið hjá Steintór Rasmussen
Steintór Rasmussen:
Føroyingar liva ikki av fiski eina
Útgevari:
Cre8 Sp/F, 2003
48 bls
?? kr.
SKAL EG
Skal eg lata mínar tankar fara út millum fólk
Finna ein síðan blottarafrakka
Bera spei inn í bókabúðir
Yrkingar
Skal eg sleppa vøkrum summarfuglum á flog
Henta gullkorn til reinar barnatenn
Gera løg undir starabúrum
Sangir
Skal eg royna at finna mítt góðborgarastev
Bera hugskotini upp á loftið
Pakka orðini í kassar
List
Vit kunnu kanska undrast á, at Steintór Rasmussen tykist bæði ivasamur og fjálturstungin, nú hann 43 ára gamal gevur út sítt fyrsta yrkingasavn. Steintór er annars gamal í garði á føroyska mentanarpallinum í ymsum høpi. Sum ein av limunum í Frændum og eisini einsamallur hevur hann markerað seg sum ein av bestu sangskrivarum í landinum. Fleiri av sangum hansara eru vorðnir fólkaogn og Føroyar (Kaga upp í himmalin), verður nú settur undir liðina á fosturlandsklassikarum sum Eg minnist úr gomlum søgum, Mítt føðiland og Dýrd á vík og vág, fyri at nevna nakrar, og er javnan at hoyra tá midnáttarsangurin er á ólavsøku.
Steintór hevur eisini skrivað fleiri av landaplágunum á Kular Røtur-fløgunum. Hvør kennir ikki, Hon er omma mín, Skúlin er liðugur, Tey kalla meg Babe o.a. Fittir og stuttligir sangir, ið siga nútíðar ungdómi nakað.
Tað sum ger Steintór til góðan sangskrivara, er eftir mínum tykki er, at hann á einfeldan hátt megnar at passa orðini til lagið (ella øvugt), so tað svingar sum ein heild. Tekstirnir eru yvirhøvur lættir at minnast. Samstundis liggur væl fyri hjá honum at raka tann rætta tíðartónan.
Eitt sindur øðrvísi reglur eru galdandi, tá um yrkingasavn ræður. Her vendir yrkjarin sær ikki til eina lurtandi fjøld, men er so at siga í einrúmi við lesaranum. Har er tað einans teksturin, ið talar.
Fyri at brúka myndina hjá Steintóri, so kann sangskrivarin fjala seg undir blottarafrakkanum, meðan yrkjarin er noyddur at breiða burturav sær viðhvørt. Men hetta kann jú vera váðaverk og kann meira enn so geva yrkjaranum hug at pakka orðini í kassar og bera upp á loftið.
60´ara andin, ið hvarv?`
Í yrkingini 11. SEPTEMBER standa m.a. hesar reglur:
Unga trýssaratrúgvin plantaði vónir
Og gav friðinum møguleikan
Men vakrir dreymar grána skjótt
11. september er ikki bara dagurin, tá USA varð álopið av yvirgangsmonnum. 11. september 1962 góvu Beatles sína fyrstu plátu Love Me Do. Síðani fóru aðrar stórpolitiskar hendingar fram júst 11. september.
Tær endurgivnu reglurnar benda á eina sannkenning, ið yrkjarin er komin til. Nógvir av sangunum hjá Frændum miðskeiðis í 80´unum bygdu meir og minni á hesa trýssaratrúnna. Meðan Hvítu húsini og Kreml førdu kaldan realpolitikk á tromini til ragnarrok, royndu nakrir idealistar at syngja um frið, umhvørvisvernd og samhuga. Virði sum at syngja, dansa og elska komu í hásæti. Í baksýni kunnu hesir tekstirnir tykjast heldur naivir og bera brá av veruleikaflýggjan.
Tó ber ikki til at siga at yrkjarin ger seg leysan av sínum dreymum. Tann solidariski neistin glógvar enn, um login kanska er lítil. Ístaðin fyri at leita út í stóru verð vendir yrkjarin eygunum inn eftir móti okkara egna gerandisdegi – botnfallinum í býnum og teimum illa viðfarnu næmingunum í skúlunum. Eisini leitar hann inn í tað fjálga og inniliga privatumhvørvið, og lýsir kærleikan til barnið í yrkingini BARN MÍTT:
Men lukturin og ljóðini av tær
Eru allatíðina í húsinum
Tí krókaranir sakna teg
Planturnar rópa eftir tí lítlu urtagarðshondini
Og skuffurnar hava hug at opna seg
Endurtøkur og
mótsetningar
27 yrkingar eru í savninum. Tær eru ikki tíðarfestar, men orðalagið gevur varhuga av, at tær eru rættiliga nýggjar. Um tær standa í kronologiskari røð ber ikki til at siga.
Steintór roynir ymisk yrkingarlig tøk. Onkrar av yrkingunum eru reinar prosayrkingar, aðrar hava rím og fast ørindislag, og væntast kann kanska, at tær einaferð koma út á fløgu.
Málið er sum heild gerandisligt, og endurspeglar tíðina vit liva í 2003. Eitt sindur speiskt og skemtiliga roynir hann at lýsa himmiríki á nútíðar fyrisitingarmálið í BÓKHALDARI Í HIMMIRÍKI:
Er nakar bókhaldari í himmiríki
Sum bókar inntøkur og útreiðslur
Ognarar og skuldarar
Hvussu við flytingum kontum og saldolistum
Skal kassapeningur og meirvirðisgjald gerast upp
Og sminkaðir ársroknskapir latast inn
Hvussu við avskrivingum rentum og lagri
Hvør grannskoðar himmiríki
Hann spyr eisini: Hvussu fái eg fatur á Gudi í himmiríki
Nógvar av yrkingunum eru bygdar upp kring endurtøkur og mótsetningar. Hesar yrkingar eru fastar í forminum, og eru tær sum eftir mínum tykki hepnast best. Sum dømi kunnu nevnast SUM EIN GESTUR, TAÐ FINNAST, KÆRLEIKANS HAVBLÁU EYGU, HINUMEGIN ÁNNA, TÆNARIN og UNDANFØRSLUR. Her skyggir tann gamli sangskrivarin týðiliga í gjøgnum, og kanska liggur hann nóg so nógv á hesum sama, men eg vænti at summar av hesum yrkingunum fara at hóra undan, um aðrar fara í gloymskuna.
Í eini yrking, FLOYGD ORÐ, spælir hann sær við grafisku myndini og fær tveir flaksandi fuglar burturúr, men tílíkt verður sjáldan til annað enn fjas og fjant.
LÆTTLISIÐ SAVN
Tað eru nógv, sum ikki hætta sær undir at lesa modernaðar yrkingar, men teimum nýtist ikki at ræðast hetta fyrsta savnið hjá Steintóri Rasmussen. Hetta er eingin krossorðagáta av intertekstualiteti og metaskaldskapi, sum vit stundum kunnu vænta. Steintór er ein útvendur yrkjari, ið tekur støði í tí ytra veruleikanum. Hann er einki torskildari enn Frænda-sangskrivarin Steintór. Skulu vit samanbera hann við onkran annan føroyskan yrkjara, kemur Jóanes Nielsen kanska fyrst fram í hugan. Bæði í evnavali og eisini hugsjónarliga minna teir báðir um hvønn annan. Tó, hóast Steintór ger okkurt átak, sum í PÁFUGLAR, at taka ramliga til í myndum, so restar nakað í at koma ájavnt við Jóanes. Betur liggur fyri har hann meiri stillisliga spælir sær við orðunum. Eitt gott dømi er seinasta yrkingin í savninum: VASKIKONAN:
Í ballkjóla vindur hon upp tvøguna
Her á deildini er nógv upptak
Pedellurin sum misti lyklarnar vekk
Sálarlæknin sum gloymdi spurningin
Politikarin sum ikki bleiv afturvaldur
Lærarin sum ikki toldi ljóð
Tollarin sum føldi upp á fútan
Prestasonurin sum avnoktaði pápan fyri at fylgja gudi
Droymarin sum misti svøvnin
Rokskiparin sum fekk trý tøl røtt í V4
Teldumaðurin sum fekk eina virus
Postboðið sum hataði rokningar
Skrellimaðurin sum fekk posar undir eyguni
Fakfelagsformaðurin sum misti ein lim
Og hon við tí gulu
spannini
Vaskikonan við tí reinu samvitskuni
Hóast Føroyingar liva ikki av fiski eina ikki beinleiðis ger hol í sjógvin í føroyskum skaldskapi, so gjørdi tað einki, um Steintór ikki fann góðborgarastevið fram og pakkaði tað í kassar. Eingin verður fátækari av at hava tað á bókahillini.
Perman á savninum er annars nokkso snildisliga gjørd. Eitt sindur burturfrá tykist tað sum at tittulin er Føroyingar liva av fisk eina", men hyggur tú heilt nær, so sært tú, at eitt kámt "ikki" er sníkt inn í millum. Tað finst altso ein onnnur meining við tilveruni enn búkurin – men hon kann vera ring at raka við.




