Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sambandsfelag, tíðindaskriv: Listin hjá Norðoya Sambandsfelag klárur

John William Joensen

Tað hevur gingið sera væl at fáa fólk at stilla upp til løgtingsvalið 2004, men felagið staðfestur enn einaferð at tað er torført at fáa kvinnur á listan

Skipað varð fyri uppstillingarfundi fríggjakvøldi har nevndin kunnugjørdi nøvnini á møguligum valevnum.
Men av tí at bert ein kvinna er á listanum gav fundurin nevndini heimild til at gera eina roynd at finna eina kvinnu afturat.
– Elisabeth Joensen, býráðslimur, hevur boða frá at hon stillar ikki upp. Erika Elttør er tískil einasta kvinnan á listanum, men ein seinasta roynd verður nú gjørd at fáa eina kvinnu afturat á listan.
Norðoya Sambandsfelag fer at lata inn listan um vikuskiftið og tá verður greitt um 7. valevnið verður ein kvinna.
 
Tey sum stilla upp fyri Norðoya Sambandsfelag eru:
Magni Laksáfoss, Streymnes, búðskaparfrøðingur,  Erika Elttør, Klaksvík, handilskvinna, John Kári Jacobsen, skipari , Hvannasund, Karl Olgar Joensen, Klaksvík, stýrimaður, Bjørn Kalsø, lærari, Syðradalur og John William Joensen, prentari, Klaksvik.
 
Norðoya Sambandsfelag
John William Joensen, formaður