Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein minnilig løta

John William Joensen

Christianskirkjan var fullsett tá Klaksvíkar Hornorkestur saman við kórinum Gleði, Eivør Pállsdóttir og Pætur við Keldu sungu og spældu jólini inn

– Hygg har kemur hann, hoyrdi eg eina unga gentu siga við vinkonuna, tá Pætur við Keldu kom til sjóndar framman fyri altarinum í Christianskirkjuni við Guitari í hond.
– Lat tað verða sagt beinan vegin. Tá Pætur og Eivør trinu á pallin, høvdu vit vitjan av tveimum fleirtjóða stjørnum og var tað eisini beinleiðis orðsøkin til at heili 1500 fólk høvdu troka seg saman í Christianskirkjuni fyri at fáa ein forsmakk upp á Jólini.

Gleðin
Hóast hæddarpunkti á konsertini var lýst til at verða Pætur og Eivør, so smæddist kórið Gleði úr KFUM ikki burtur og undir leiðslu av Tummas Pauli Mýru sungu tey Jólanátt, Friður á jørð og Tí okkum barn er føtt.
Saman við Klaksvíkar Hornorkestur sang kórið klassikaran O Tannenbaum og Jólatræið tendrað er. Hevði kórið solistar sum framførdu jólaboðskapin fram á sera vakran hátt.

Klaksvikar Hornorkestur
Fyrisskipararnir og reyði tráðurin allar tær 39 jólakonsertirnar sum eru fyriskipaðar síðani 1965 eru eisini garantar fyri tí tónlistarliga upplivilsinum.
Horntónleikurin fyllur allar kirkjuna og teir væl stemmaðu tónarnir smakka er reinur hunangur fyri sálina.
– Lagið The Holy City, sum vit vanliga plaga at síggja á sjónvarpaðu pormonatukonsertini í Royal Albert Hall, var fyri meg eitt av mongu hæddarpunktunum á konsertini. Eisini má eg nevna lagið Anthem, sum var seinast á skránni hjá hornorkestrinum.

Pætur og Eivør
So komu vit til hæddarpunkti á konsertini.
Við sínum vanliga lítilatni kom Pætur til sjónar frammi undir altarinum við guitar í hond.
– Nú bleiv tøgn millum tey mongu sum høvdu leita sær í kirkjuna, og tað var ikki sørt at bíða var í spenningi um keldumaðurin megnaði at útloysa forvantningarnar.
– Í Betlehem í Dávids stað, bleiv ein uppliving av teim stóru. Pætur einsamallur við guitar, megnaði at syngja sangin inn i hjarta á hvørjum mansbarnið.
– Ein kendur leirvíksingur sum eg møtti í gongini eftir konsertina segði at fyri hann var konsertin ein andalig uppliving og var tulkingin hjá Pæturi av hesum jóla-klassikara ein sonn insperatiónskelda. (red.: Eg hevði annars ætlað mær at verið jarðbundin í skrivingini, men lat tað fara!)
Síðani fingu vit a capella, eitt fjós og ein krubba, við Pætur og Eivør.
Nú veit eg ikki hvussu nógv hæddarpunkt ein konsert kann hava, men her vístu teybaði sínar frálíku tónleikagávur.
Eftir Shubert og Ave Mariu, fingu vit sjálvandi eitt eykanummar "O’ Halga nátt".
Sungu tey baði Pætur og Eivør saman við Klaksvíkar Hornorkestri, Eg rósu upp sá næla.

Takk fyri
Eins og undanfarin ár sungu øll saman við hornorkestrinum Gleðilig jól, og var hetta samstundis eitt punktum fyri eina konsert uppliving á altjóða støði.
Pætur og Eivør eru altjóða stjørnur, – og vit eiga tær, – men so er spurningurin hvat hornorkestri skal finna upp á til komandi ár?
Í øllum føri skal ein hjartans tøkk sendast til fyriskipararnar fyri eina minniliga løtu.

John William Joensen