Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltsbókin kemur í dag

John William Joensen

Árbókin, sum er eitt must hjá øllum fótbóltsáhugaðum, líkist teimum ellivu undanfarnu og er kortini øðrvísi enn tær fyrstu

Tað hevur verið spurt og bíðað eftir henni, og nú vóru tað tey, sum vóru farin at stúra fyri, at hetta ógvuliga henta amboðið hjá øllum, sum eru áhugað í fótbólti, ikki fór at koma í ár. Men hon kemur í dag!
Tað er árbókin Føroyskur fótbóltur 03 í orðum og myndum, sum vit tosa um. Titulin sigur ikki nakað um tøl, men tað kundi hann gott. Undanfarnu árini hevur fótbóltsárbókin verið pakkað við tølum um farna fótbóltsárið, og tann í ár líkist teimum undanfarnu.
Tað er forlagið Ítróttarbøkur, sum gevur bókina út. Lagt til rættis hava Jóannes Hansen, Finnur Helmsdal og Ivan Eginson. Fyri prenttilgerðini og prentingini hevur Hestprent staðið.
Bókin er í vavi, sum hon plagar at vera. Á teimum 180 síðunum verður umfar fyri umfar greitt frá landskappingunum og steypakappingunum. Umframt í orðum og tølum verður hetta gjørt í myndum. Flestu myndirnar eru úr Ítróttarsosialinum. Nógvar myndir eru eisini frá okkum á Norðlýsinum og so eru eisini aðrir leverandørar. Eitt nú heimasíðan hjá HB, sum eitur hb.fo.
Sovornar árbøkur sum henda, ið kemur út í dag, minka ikki í virði, sum árini líða. Tað er heldur beint tvørtur ímóti. Sum minnið um dystir og serligar støður kámast, gerst tað uppaftur áhugaverdari at kaga í árbøkurnar fyri at fáa staðfest, hvør tað var, sum skoraði hetta og hitt málið, um tað var upp á brotsspark ella ikki, nær málini vóru skorað og so víðari og víðari. Stutt sagt alt tað, sum tey, ið eru bitin av fótbóltinum, práta um.
Eg havi sagt tað fyrr, og eg endurtaki meg sjálvan. Tað er av alstórum týdningi, at einstaklingar og feløg keypa fótbóltsárbókina. Hetta tiltakið má ikki detta niðurfyri. Tað hevði verið ein fótbóltslig skandala. So hóast tað er í seinna lagið at bókin er at fáa, so er hetta upplagda jólagávan til bæði hann og hana, sum eru áhugað í fótbólti.
At tað skal bera til at sláa upp í einari bók og fáa staðfest, hvør spælari var við í hvørjum landskappingardysti, hvør fekk gult og reytt kort, hvør varð útskiftur, og nær útskiftingarnar vórðu framdar er einki minni enn fantastiskt.
Í hesi bókini er fyri fyrstu ferð yvirlit, sum vísir úrslitini og málskjúttarnar í øllum Europa Cup dystunum, síðani KÍ í 1992 spældi móti Skonto Riga.
Árbókin er, sum hon plagar at vera, men kortini ber hon nógv frá fyrstu bókini. Tillagingar eru gjørdar ár undan ári. Tey seinastu árini hevur bókin líkst sær sjálvari rættuliga nógv. Eg gevi bókini mítt besta skoðsmál.  
jwj

Harleywoodpaint