Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anfinn Kallsberg – Ársins neyðrakett

Oliver Joensen

Dimmalætting hevur handað Anfinni Kallsberg, løgmanni ársins neyðrakett á lítlari samkomu á Kunningarstovuni í Klaksvík í morgun.

Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmu var sjálvur á Kunningarstovuni í Klaksvík og handaði Anfinni ivasama heitið "Ársins neyðrakett".
Ingi Samuelsen segði at luttøkan í atkvøðugreiðsluni hjá Dimmu var methøg í ár, umleið 1.700 lesarar hjá Dimmu luttóku í atkvøðugreiðsluni og av teimum fekk Anfinn umleið 900. Næsti maður, Jóannes Eidesgaard fekk góðar 600 atkvøður.
Í stuttari viðmerking takkaði Anfinn fyri og helt at tað hevði gingið striltið hjá Dimmu at fáa honum rakettina, tí royndir vóru gjørdar fyrr uttan úrslit,