Kjaktorgið her á portalinum er nú umskipað soleiðis at redaktørurin má góðkenna øll innlegg áðrenn tey koma á netið
Tað hevur nú í eina tíð verði arbeitt við at umskipað kjaktorgið hjá Norðlýsinum.
Í dag er so tann broyting komin at redaktørurin skal góðkenna øll innlegg.
Seinri verður so eisini møguleiki hjá lesarum at melda seg til, og harvið fáa eitt loyniorð frá okkum sum gevur óavmarkaða atgongd til torgið.
Broytingin er neyðug tí tað eru nøkur sum altíð royna at leggja eitthvørt ósømuligt út á netið!




