Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skuffandi dagur hjá Mjølni

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Mjølni taptu ídag 3-0 móti Drátti. Menninir taptu eisini móti Íf við 3-2 og sostatt hevur Mjølnir mist møguleikan fyri finaluplássi.

Sigast má, at tað var ein sera skuffandi dagur ídag fyri Mjølnir. Kvinnurnar vóru ikki fulmannaðar ídag og høvdu tí gjørt ymsar umrokeringar á liðnum, men hetta eydnaðist ikki og tær taptu tí 3-0 móti plássi og mistu harvið møguleikan fyri at leika í finaluni.
Menninir mistu eisini møguleikan fyri finaluni tá teir taptu 3-2 ímóti ÍF. Hesin dysturin var sera tættur og kundi fara báðar vegir og tá avtornaði lá ÍF omaná og tí verða hvørki Mjølnir kvinnur ella Mjølnir menn við í spælinum í finaluni.