Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfundur í KÍ-høllini

Oliver Joensen

Fríggjakvøldið kl. 19.00 verður tann stóri valfundurin í Norðoyggjum fyriskipaður í KÍ-Høllini.

Fríggjakvøldið kl. 19 verður so tann stóri møguleikin at hitta valevnini í Norðoya valdømi. Tá skipa valevnini nevniliga fyri valfundi í KÍ-høllini.
Ikki minst seinasta veljarakanningin hevur gjørt at valið hesaferð hevur stóran áhuga millum manna. Sum skilst, so verður helst ein onnur veljarakanning kunngjørd áðrenn leygardagin, so lítið er at ivast í, at vit fáa ein spennandi endaspurt av valfundum í KÍ-høllini.
Sum sagt, fundurin verður kl. 7 fríggjakvøldið og ikki leygarkvøldið, sum vit áður hava skrivað.