Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tamur valfundur

Oliver Joensen

Hóast sera nógv fólk møttu fríggjakvøldið í KÍ-høllini til valfundin. So má sigast at fundurin var sera tamur. Hvør orsøkin er er ilt at meta um.

Allar veljarakanningar boða frá, at Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin fara at ganga fram, imeðan flokkarnir, ið hava sitið við róðrið ganga aftur.
Kanska er hetta ein av orsøkunum til, at valstríðið í KÍ-høllini var so tamt. Tað er ongin, sum er rættuliga vissur í hvussu meirilutin fer at síggja út eftir valið, og tí royna flokkarnir helst at hava allar dyr opnar fyri samgongumøguleikum eftir valið.l