Kl. 10 stundisliga lat valhølið í Klaksvík upp. Sum siður hevur verið hesi seinastu mongu árini, so er KÍ-høllin ramman um atkvøðugreiðsluna.
Tað var Karl Johansen, formaður í valstýrinum, sum lat dyrnar á valhølinum upp og beyð vælkomin. Fyrsti maður at trýna inn um gátt var Vilhelm Johannesen, og onki er at ivast í, at hann vitsti hvat hann skuldi velja.
Valhølið verður opið til kl. 20 í kvøld og roknast kann við at vit hava úrslitið skjótt eftir tað, tí seinast tá val var, var uppteljingin áðrenn fínteljingina longu liðug um 10 tíðina.




