Karl Johansen, formaður í valstýrinum og fyrsti veljarin á løgtingsvalinum 2004 standa við atkvøðukassan og vissa seg um, at kassin er tómur, áðrenn hann verður stongdur.
Karl Johansen, formaður í valstýrinum sigur, at lógin sigur, at fyrsti veljarin, ið kemur í valhølið, skal hyggja niður í atkvøðukassan at vátta at kassin er tómur, áðrenn hann verður stongdur fyri dagin. Atkvøðukassin verður ikki latin upp aftur fyrr enn valið er av og uppteljingin skal byrja.
Tað var sum sagt Vilhelm Johannesen, ið var fyrsti maður á val og tí var tað eisini hann, sum skuldu sleppa at síggja niður í kassan og vátta at kassin var tómur áðrenn hann var stongdur.




