Týsdagin fara vit øll á val. Tá er valstríðið av og veljarin kann í frið og náðum fara inn í valhølið og seta krossin har hann innast inni er sannførdur um at krossurin skal setast.
Vit, sum búgva uttanfyri Havnina hava í seinastuni sæð hvussu høvuðsstaðarfokuserað okkara pressa er.
Tá sjónvarpið var í Norðoyggjum vórðu valevni okkara trýst til at sannføra sjónvarpið um at tað er neyðugt við einum sjúkarhúsi í Norðoyggjum. Onki er at ivast í, at sjónvarpið frammanundan vitsti at byrjanin til Klaksvíkar Sjúkrahús als ikki var almenn men harafturímóti privat tí átti sjónvarpið at vita, at allir norðoyingar vita at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein fyritreyt fyri trivnaðinum her og ikki ein pengasak hjá sjónvarpsfólki og teimum, sum búleikast í høvuðsstaðnum og lítlan lut eiga í útfluttningi Føroya.
Nærum tað sama var galdandi tá okkara almenna sjónvarp var í Vágunum. Eisini har skuldu vágamenn sannføra havnamenn um tað rætta í, at flogvøllurin liggur og framvegis skal liggja í Vágunum. Hví flogvøllurin liggur í Vágunum hevði sjónvarpið lítlan og ongan áhuga í. Orsøkin er helst hon, at vóru onglendingar ikki byrjaðir við flogvøllinum vesturi í Vágunum undir krígnum og høvdu góðar kreftir í Vágunum ikki tikið um endan og byrjað at byggja upp flogrutu ímillum føroyar og útlandið, ja, so høvdu vit ídag helst verið eini 30 ár aftanfyri støðið, sum vit liggja á í dag, í hvussu so er um bíðað skuldi verið eftir teimum í høvuðsstaðnum.
Tað er ikki lætt hjá okkum kring um í landinum at grundgeva fyri høvuðsstaðarfólki at vit í heilatikið skulu vera til. Hugsið bert um at Føroya Sparikassi, fyri at spara stongir deildir kring um í landinum, helst onga í Havn. Formaður í einum av stóru flokkunum sigur, at hann er fyri at Føroyar
gerast eitt valdømi, vit uttanfyri Hanvina kunnu bert spyrja hví, er tað fyri at tey sum standa fyri útfluttningi Føroya ikki skulu hava ávirkan? Flogvøllurin eigur at verða lagdur á Glyvirsnesi, ber fjølmiðlafluttningurin boð um hóast teir lokalu bardust fyri byrjanini.
Alt hetta verður sagt av høvuðsstaðarfólki ímeðan størsti vagafúsi privati kapitalurin til fiskivinnuna og okkara útflutningur kemur júst frá økjunum uttanfyri Havnina.
Høvuðsstaðarpressan hevur eitt nú enn ikki sett spurnartekin við, hví tað er neyðugt at føroyski skattgjaldarin skal gjalda útivið 10 milliónir í Havn fyri at hava strandferðsluna gangandi.




