Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Málningaframsýning í Kunningarstovuni

John William Joensen

Listamaðurin Pól Skarðenni letur upp málningaframsýning í Norðoya Kunningarstovu leygardagin 24. januar

Á skránni eru oljumálningar frá føroyskum umhvørvi og náttúru, eisini eru tríggjar abstraktar myndir við á framsýningini.
Pól sum er føddur í Klakksvík 1962 byrjaði av álvara at málað í 1979. Hann hevur búð fleiri ár uttanlanda, men í 1992 flutti hann aftur til Klakksvík og byrjaði í egnum atelier og hevur eisini sýnisglugga.
Teir seinastu 9 mánaðarnar hevur hann arbeitt sum listamaður burturav.
Framsýningin letur upp leygardagin 24. januar kl. 13:00 og er opin til kl. 17:00.
Annars er opið soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag: frá kl. 10:00 – 12:00 og frá kl. 13:00 – 16:00.
Framsýningin heldur fram til 20. februar.

Harleyfacadeacryl