Hóast tala var um toppdyst á papírinum tá Neistin og Stjørnan møttust um vikuskiftið, gjørdist dysturin ongantíð spennandi.
Undanvikuskiftinum var roknað við at Neistin nokk var tað liði sum best var ført fyri at geva Stjørnuni mótstøðu.
Men longu við dystar byrjan dróg stjørnan frá Neistanum og legði seg á odda 6-2.
Hetta fyrst og fremst takað verið kontantum verjuspæli og tað vísti seg skjótt at Neistakvinurnar ikki megnaðu at fylgja Stjørnuni.
Undan dystinum var eisini nógv tosað um útlendingarnar hjá Neistanum, men hesir komu ongantið til sín rætt í dystinum.
Hálvleiksstøðan var 19-12 til Stjørnuna.
Hildu tørn
Venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, sigur at í hálvleikssteðginum var nógv tosað um at halda fram við at berjast.
– Vit hava upplivað hvussu tað gekst ímóti eitt nú VÍF tá vit vóru í somu støðu í hálvleikinum og álíkavæl endaði dysturin við javnleiki.
– Tað vísti seg tó at geturnar hendan dagin ikki vóru at steðga, og tað einu løtuna lógu vit á oddda 28-18.
Stjørnan vann sum sagt dystin heili 34-27 og hevur harvið óivað bast meistaravónunum hjá Neistanum.
Í løtuni er VB so einasti kappingarneytin. VB liggur á 2. plássi bert 3 stig aftan fyri Stjørnuna og møtast hesi liðini til toppdyst sunnudagi.
Vinnur Stjørnan eisini á VB er eingin ivi um at tað verður sera ringt at taka Stjørnuna.
Góða verju
Rógvi Nielsen heldur at tað fyrst og fremst er eitt vælvirkandi verjuspæl sum er orðsøkin til at tað hevur gingið so væl hjá Stjørnuni.
– Tá tað er sagt skal eisini undirstrikast at vit óivað hava bestu leikararnar, men tað í sær sjálvum er jú ikki nøkur trygd.
– Skulu vit gerast meistarar, so skulu vit halda á við at vinna og fyrst skulu vit vinna á VB áðrenn vit fara at hugsað um komandi dystirnar.




