Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús í "Lægens bord"?

John William Joensen

Peter Qvorutrup Geisling, sigur í viðmerking til Norðlýsið, at hann umhugsar at gera eina sending um føroyska sjúkrahúsverkið og brúka Klaksvíkar Sjúkrahús og læknastríði sum innfaldsvinkul

Eftir at kendi sjónvarpsverturin í DR1 "lægens bord", Peter Qvortrup Geisling, hevði tosað í KFUM & K í Klaksvík til fólkaskúlanæmingar, hitti Norðlýsið kenda danan.
Spurgdur um hann hevði ætlanir um at gera sjónvarpssending úr Føroyum, svaraði hann játtandi.
– Eg eri ikki einsamallur um at avgerða hvat verður víst og ikki, men túrurin til Føroya hevur avgjørt givið insperatión til eina slíka sending.
– Vit gjørdu eina sending um Grønlendska heilsuverkið og eftir at sendingin hevði verið í sjónvarpinum fingu vit bræv frá Grøndlendska heilsuverkinum har teir takkaðu fyri og vístu á at teir síðani sendingina høvdu fingið umleið 300 umsøknir frá donskum læknum og sjúkrasystrum sum yngstu at royna seg í Grønlandi.
– Ein tílík sendin hevði verið góð reklama fyri tykkara heilsuverk, og serlig hugsi eg tað kundi verði áhugavert at víst hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús virkar.
– Flestu danir minnast jú læknastríði og tað kundi verði áhugavert at brúkt tað sum indfaldsvinkul og so lýst Klaksvíkar Sjúkrahús sum tað er í dag.