Fólkaflokkurin fer ídag at skjóta upp Jógvan við Keldu sum landsstýrismann. Verður Jógvan við Keldu valdur, verður hann samstundis noyddir at siga býráðssessin frá sær.
Tá vit tosaðu við Jógvan við Keldu um miðdagsleitið, segði hann, at um so var at hann varð valdur til landsstýrismann í innlendismálum, so fór hann at siga seg úr býráðnum, tí eftir lógini kann hann ikki røkja bæði størvini.
Uppá fyrispurning um Jógvan við Keldu nú hevur avgjørt ikki at stilla upp til býráðsvalið í heyst, sigur hann, at hetta hevur hann ikki hugsað so gjølla um enn. Tað eru bert fýra dagar síðani at eg sá møguleikan fyri at taka við einum landsstýsissessi, nú Anfinn Kallsberg ikki verður í landsstýrinum og tað havi eg brúkt mína orku til seinastu dagarnar. Tað er greitt, at um eg verið valdur nú seinnapartin, so má eg siga meg úr býráðnum og tað fari eg at gera. Tá verður tað Jógvan Lützen, ið kemur í býráðið í min stað.
Hvussu verður frameftir við uppstilling til býráðið havi eg ikki tikið nakra avgerð um enn, hóast eg sum vituligt havi hugsað um spurningin.
Jógvan við Keldu leggur afturat. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer seinnapartin.




