Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trúgvi Poulsen um sigurin á ÍF: Sigurin gevur okkum gott sjálvsálit

John William Joensen

Eftir at hava verið afturút 2-0 vann Mjølnir dystin á Meistarunum úr ÍF 3-2

Hetta er aðrferð upp í slag at Mjølnir kemur aftur eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

Dysturin
Tað skal sigast beinan vegin at fuglfiringar vóru sera væl fyri frá dystar byrjan.
ÍF vann fyrsta setti 25-22 og annað settið 25-15.
Tað kom rættuligur spenningur aftur í dystin tá Mjølnir vann triðja settið 25-22.
Tá Mjølnir eisini vann fjórða setti 25-20 var rættuliga vent í holuni.
Seinasta og avgerandi setti endaði 15-11 til Mjølnir.

Finaludystir á Kambsdali
Trúgvi Poulsen, sigur við Norðlýsið at hóast teir í Mjølni liggja 2 stig á odda í kappingini so er einki avgjørt enn.
– Nú fáa vit at síggja hvussu liðini baði fara at klára seg móti sørvingum. Um ÍF og Mølnir vinna dystirnar móti SÍ so verður ta ein rættuligur finaludystir á Kamsdali tá liðini møtast tann 20. mars.

Sigurin týdningarmikil
Trúgvi ger onga roynd at fjala út yvir týdningin av at Mjølnir vann á ÍF.
– ÍF er meistari og hava jú staði sera sterkir seinastu árini. Tí koma tað sera væl við hjá okkara leikarum at vit vunnu dystin. Hetta gevur sjálvsálit og hóast vit framvegis høvdu havt møguleikan um vit taptu dystin í Klaksvík, so hevði tað verið uppaftur truplari at vunnið á Kambsdali.

Mjølnir væl fyri
Trúgvi letur væl at og sigur at liði hjá Mjølni er sera væl fyri.
– Vit eru sera væl fyri og um vit hyggja eftir teimum báðum seinastu dystunum so hava vit verið afturút 2-0, men í báðum førum endaðir sum sigursharrar.
– Hettar stimbrar og gevur okkum trúnna upp á at tað ber til og tí trúgva vit upp á at vit fara at vinna meistaraheitið.