Gunnar Nolsø, marknaðarleiðari hjá Norðoya Sparikassa, sigur at listaframsýningin hjá Norðoya Sparikassa hevur fingið sera góða undirtøku
Tiltakið Fram í ljósið sum Norðoya Sparikassi skipar fyri er ætlað ókendum ella minni kendum listafólkum
Seinasta freist at melda til framsýningina er í morgin (fríggjadagin 13. februar) og tá vit seinrapartin í dag tosaðu við marknaðarleiðaran hjá Norðoya Sparikassa segði hann at tiltakið hevði fingið stóra undirtøku.
– Vit hava valt ikki at avmarkað lutøkutalið men talið á málningum sum hvørt einstakt listafólk sleppur at sýna fram má sjávandi tillagast talinum av luttakarum.
Listaframsýnginin Fram í ljósið letur upp í Skálanum á Grækarismessu og hevur opið fram til 21. mars.
Tey, ið ætlað at lutttaka á framsýngini kunnu ringja ella fara inn í sparikassan at melda til í seinastalagi í morgin.




