Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Hugnakvøld fyri eldri á bókasavninum

John William Joensen

Týskvøldið 17. februar kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Bókasavn fyri hugnakvøldi fyri eldri.

Á hugnakvøldinum fara Bjørg Fjallsbak og Óli Olsen at lesa eina stuttsøgu hjá Adrian Johansen og hugleiðingar úr farnum tíðum. Felagssangur verður eisini á skránni og tiltakið endar við einum drekkamunni.
Tað verður eisini høvi hetta kvøldið at lána sær bøkur heim við, um hugur er til tess.
Fyrstu ferð bókasavnið hevði eitt tiltak fyri eldri var í samband við Eldraárið í 1999. Síðani hevur hugnakvøldið fyri eldri verið eitt av føstu tiltøkunum hjá bókasavninum.