Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi nevndarval í FSF

John William Joensen

Sum Norðlýsið skilur so verður rættuligt kampval um nevndarsessirnar hjá FSF og Havnin stendur til at missa umboðan

Tá aðalfundur verður í fótbóltssambandinum í morgin, er umframt formansvalið eisini nevndarval á skránni.
Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt stada fyri vali og báðir hava boða frá at teir taka við afturvalið.
Harafturat hevur Christian Andreasen trekt seg úr nevndini og tí eru tríggir sessir sum skulu mannast.
Umframt teirbáðar Rúna og Karl eru Per Hansen, Bjarki Mohr og Magnus á Stongunum í uppskoti til nevndina.

Nógv gjørt fyri at reka
Sum Norðlýsið skilir so verður rættuliga nógv gjørt fyri at reka atkvøður í rætt, nú bert fáir tímar eru til fundurin skal byrjað.
Hetta er kanska væl skiljandi tá hugsað verður um at FSF kemur út við einum risa-yvirskotið á roknskapinum fyri 2003.
Tað eru jú nógv áhugamál sum vilja hava størri part av UEFA milliónunum.
Ofta plaga nevndarlimir at verða afturvaldir og  Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt hava gjørt eitt gott nevndararbeiði og tí hevði tað verið náttúrligt at teir vóru afturvaldir. Men tað verða teir bert um feløgini kring landið atkvøða fyri teimum.
Men úr høvuðsstaðnum verður arbeitt við hond og fót at fáa Bjarka Mohr og Per Hansen, sum ávíkavist HB og B36 hava skotið upp,valdar.
So er er spurningurin um hvør gerst ov stuttur í hesum spælinum. Fimti maðurin er Magnus á Stongunum, lækni á Eiði, sum Norðlýsið skilir fær hann undirtøku frá fleirifeløgunum úr Eysturoy og Vágunum, hiðani hann er ættaður.