Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey sum ognað sær KÍ-pass sleppa uppaftur bíligari

John William Joensen

Aðalfundurin hjá FSF samtykti at hækka atgongugjaldi úr 50 krónum upp í 70 krónur pr. dyst, men í Klaksvík hava áskoðarar framvegis møguleika at sleppa bíligari

Seinastu árini hevur KÍ gjørt eitt sokallað KÍ-pass, sum er eitt atgongumerki sum gevur atgongd til allar heimadystir hjá KÍ. KÍ-passið kostar einans 500 krónur.
Nú FSF hevur samtykt at hækkað atgongugjaldið til heimadystirnar úr 50 krónum upp í 70 krónur, kunnu tey sum ognað sær eitt KÍ-pass, gera ein enn betur handil.
Frá KÍ verður sagt at tað framvegis eru eini 100 KÍ-pass eftir, og tey kunnu fáast á Statoilstøðini í Klaksvík.