Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar innrás á Handilsskúlanum á Kambsdali

John William Joensen

Mikudagin og hósdagin í farnu viku vitjaðu næmingar á Skúlin á Ziskatrøð og Ósáskúlin Handilsskúlanum á Kambsdali.

Á vitjanunum fingu næmingarnir holla kunning um útbúgvingar skúlans, sum eru FHS (støðisár innan fyrisiting, handil og skrivstovu) og HH, sum er handils­gymnasial útbúgving, ið t.d. gevur atgongd til hægri lestur á universitetum og handils­háskúlum á jøvnum føti við eitt nú HT, HF og student. ´
Næmingarnir royndu harafturat at loysa smærri uppgávur, sum hava við vinnulívið at gera og møta núverandi næmingum, sum vóru í gongd við eina verkætlan um føroyska mentan.
"Føroya Handilsskúli á Kambsdali vil fegin veita so holla kunning um skúlan sum gjørligt, og tí verður umframt hesar skúla­vitjanir eisini opið hús 3. mars frá 18 – 22. Hetta kvøldið fara lærarar, næmingar, lestrarvegleiðing og leiðsla at greiða áhugaðum nærri frá skúlanum og útbúgvingunum. Harafturat verður móta­sýning, tónleikaframførsla og skemt á skránni. Tað eru verandi FHS næmingar, sum standa fyri tiltøkunum", sigur Páll Isholm, deildarstjóri.
"Fólk, sum ynskja at fáa upplýsingar um útbúgvingar skúlans, eru altíð vælkomin at seta seg í samband við skúlan og fáa meira at vita. Vit útflýggja fegin tilfar og lestrarvegleiðing skúlans veitur fegin vegleið­ing til teirra sum ivast", sigur Páll at enda.